Geytin verður aftur 24. februar

Mynd: Norðurlandahúsið

Geytin verður aftur 24. februar

2017-09-04 15:19 Author image
Innsent

Filmstiltakið verður 24. februar 2018, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Geytin verður byrjanarskotið til eina viku við føroyskum, norðurlendskum og altjóða filmum, tá filmsfestivalurin Tóff fer av bakkastokki fyri aðru ferð.

Øllum filmsframleiðarum stendur í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins Geyta. Filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. 

Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2018 er tann 5. desember 2017. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 5. januar 2018, eru hesi: 

1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 

2)  Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m.

3)  Stuttfilmurin skal ikki hava verið sýndur áður á Filmskvøldunum í Norðurlandahúsinum.

4)  Stuttfilmurin kann hava verið sýndur alment áður, men ikki longri síðani enn 11. desember 2016.

5)  Nevndin tilskilar sær rætt at gera eitt úrval av tilmeldaðu filmunum. Nevndin metir tilmeldaðu filmarnar eftir hesum virðum: søgu, søgusnildi og handverk.

6)  Filmarnir skulu vera í einum av hesum formatunum: DCP, Blu-ray, ProRes ella
DnxHD.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður