Fyrsta bókin í 2018

Fyrsta bókin í 2018

2018-01-02 12:49 Author image
Innsent

Forlagið Fannir gav út fyrstu bókina í 2017. Tað var LEIKRIT 21.

Forlagið gevur eisini út fyrstu bók í 2018. Tað er LEIKRIT 25: ”TRAÐABØNDUR”, sum Hans Andrias Djurhuus læt prenta sum framhaldstilfar í  ”Tingakrossi” frá 23. okt. 1932 til 29. mars 1933. Leikurin kom í bók á fyrsta sinni í 1935.

Hans Andrias var næsti granni hjá Sjónleikarhúsinum, sum varð tikið í nýtslu í 1926, og hann var virkin nevndarlimur, stundum formaður, í Havnar sjónleikarfelag. Hann skrivaði fleiri leikir hesi árini – eftir ungdómsverk síni: ”Maritu”, 1908 (Leikrit 8) og ”Anniku”, 1917 (Leikrit 9). Tann fyrsti teirra var ”Álvaleikur”, 1930 (Leikrit 22).

Leikurin ”Traðabøndur” er, tað vit vita, bara leiktur eina ferð. Tað var ein realflokkur í Hoydølum, sum veturin 1973/74 setti leikin á pall í Havn, Kollafirði og heima á Sandi. Daniella Olsen leikstýrdi.

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar í røðini.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd. Leikrit 25 er 86 síður.

Meira langlesnaður