Friðarligt vikuskifti hjá løgregluni

Mynd: Savnsmynd

Friðarligt vikuskifti hjá løgregluni

2017-10-08 11:08 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Løgreglan hevur í hesum vikuskiftinum mest skula tikið sær av smærri bilóhappum. Nøkur fólk hava verið úti og koyrd ávirkaði, bæði á Strondum, Sandavági, á Sandoy.
Ein maður koyrdi ávirkaður inn í eini hús, og rýmdi av staðnum, men løgreglan hevur fingið hendur á hann. 

Bilførarin ið var tikin at koyra ávirkaður á Sandi, var koyrdur útav einum vegi. 

Ongin bleiv skaddur í nøkrum av hesum tilburðunum.

Eisini veit løgreglan av, at hjólini á nøkrum bilum eru loysnaði, ella dottin heilt av. Orsøkina til hvussu hetta er hent, er ikki púra greitt fyri løgregluni. Tey vísa tó á, at hetta er tann tíðin á árinum tá nógv fólk skifta dekk á bilinum. Tá er kanska ikki altíð, at dekkini eru spent nóg fast á, og oftani skulu tey endurspennast, eftir at bilurin hevur koyrt nakrar kilometrar. 

Meira langlesnaður