Framsýning: List úr Norðoyggjum

Mynd: Listaverk eftir Edward Fuglø

Framsýning: List úr Norðoyggjum

2017-11-09 10:26 Author image
Innsent

 

Framsýningin "List úr Norðoyggjum. Verk frá Norðoya Listafelagi, Norðoya Sparikassa og Klaksvíkar Kommunu" letur upp 10. november kl. 16 á Listasavni Føroya.

Norðoya Listafelag, Norðoya Sparikassi og Klaksvíkar Kommuna hava lænt Listasavninum fleiri góð og forkunnig listaverk at sýna fram. Listafólkini eru Amariel Norðoy, Edward Fuglø, Frida Zachariassen, Hanni Bjartalíð, Hans Hansen, Hans Jákup Glerfoss og Olivur við Neyst.

Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðar vælkomin.

Signhild Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini hjá Klaksvíkar Kommunu, setur framsýningina.

Hans Andrias Jacobsen framførir tónleik.

Savnið bjóðar ábit.

Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin.

Framsýningin er opin til sunnudagin 21. januar 2018.

Vinarliga,
Listasavn Føroya

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður