Framsóknarflokkurin eigur trumfin

Mynd: Vísir.is (Sigurður Ingi Jóhansson, formaður í Framsóknarflokkinum, og Guðni Th. Jóhannesson, forseti, samráðast á Bessastøðum)

Framsóknarflokkurin eigur trumfin

2017-10-31 13:16 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í vikuskiftinum var val í Íslandi, og hóast Sjálfstæðisflokkurin, við Bjarna Benediktsson á odda, hevur verið í óteljandi gølum seinasta valskeiðið, bleiv flokkurin størstur, við umleið 25% av øllum atkvøðunum. Vinstri Grønu, ið sambært flestu veljarakanningum fóru at blíva størstu flokkur, blivu nummar tvey, við umleið 16% av atkvøðunum.

Nú skal samgonga skipast og flokkarnir eru væl í gongd við óformligum samráðingum. Allir átta floksformennirnir vóru í gjár á Bessastøðum hjá íslenska forsetanum, Guðna Th. Jóhannesarson, og fundaðust ein og ein.

Sambært íslenska miðlinum, Vísir.is, eru tríggjar samgongur møguligar. Felags fyri hesar tríggjar møguligu samgongurnar er, at tær allar hava høgravenda Framsóknarflokkin við. Tað er Sigurður Ingi Jóhannsson, ið er formaður í Framsóknarflokkinum.

Sambært Vísir.is, so eru tær møguligu samgongurnar hesar: Ein tríflokkað stjórn við Sjálfstæðisflokkinum, Vinstru Grønu og Framsóknarflokkinum. Hendan kann gerast ring at skipa, serliga tí tað kann væntast, at baklandið í Vinstra Grøna flokkinum ikki er fyri at samstarva við hesum flokkunum.

Síðan er tað eisini møguligt, at Sjálfstæðisflokkurin og Framsóknarflokkurin sláa seg saman við Miðflokkinum og Flokki Fólksins. Sigurður Ingi Jóhannsson, og formaðurin í Miðflokkinum og fyrrverandi formaður í Framsóknarflokkinum, Sigmundur Davíð Gunnlaugsson, eru tó ikki kendir fyri at hava samstarvað væl fyrr.

Síðsta møguliga samgongan er eitt samstarv millum flokkarnar, ið vóru í andstøðu seinasta valskeið. Hetta hevði verið ein samgonga við Vinstru Grønu, Framsóknarflokkinum, Samfylkingini, Piratunum og Bjartari Framtíð.
Vónirnar hjá mongum, um at fáa eina vinstravenda samgongu, sum hesa, eru tó minkaðar alsamt síðan óformligu samgongusamráðingarnar byrjaðu.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður