Føroyskar bøkur á BOGFORUM í Bella Centrinum

Føroyskar bøkur á BOGFORUM í Bella Centrinum

2017-11-08 16:48 Author image
Innsent

Nú vikuskiftið 10.-12. november er Bókamiðsølan niðri á Bogforum fyri at gera vart við bøkur, ið eru givnar út í 2017. Høvi verður at ogna sær bøkur fyri serprís, og eisini verður kunnað um bókaklubbarnar hjá Bókadeildini og Sprotanum. 

Øll børn, sum vitja basin hjá Bókamiðsøluni, fáa eina lítla jólagávu frá Bókaklubbanum, og so vitjar okkara kendasti myndabókahøvundur Bárður Oskarsson eisini BOGFORUM. Bárður verður á básinum leygardagin og sunnudagin millum kl. 14 og 16, har hann fer at signera bøkur hjá sær og tekna fyri børnunum.

Frá Bókaklubbanum hjá Bókadeildini  verður sagt, at bókaklubbalimir í Danmark hava longu fingið atgongumerki sendandi og kunnu fáa fleiri, um tey venda sær til umboð teirra á BOGFORUM við at senda teldupost til bfl@bfl.fo.

Bókamiðsølan er á BOGFORUM í bási nummar C4-0004.

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður