Føroysk Miðlafólk: Halt setanarpolitikkin!

Modelmynd: Visualhunt.com

Føroysk Miðlafólk: Halt setanarpolitikkin!

2017-08-23 15:03 Author image
Føroysk Miðlafólk, nevndin

Tað er ikki ein ”serlig uppgáva” at vera kunningarfólk í almennu miðfyrisitingini. Føroysk Miðlafólk hava nógvar limir, sum eiga at fáa møguleikan at søkja eitt tílíkt starv

Í útvarpstíðindunum 22. august sigur aðalstjórin í Mentamálaráðnum, at tað er eitt heilt serligt starv at vera kunningarfólk fyri landsstýriskvinnuna, og tí ber til at gera serligar avtalur í eitt avmarkað tíðarskeið.

Føroysk Miðlafólk vil staðiliga heita á Mentamálaráðið um at halda og virða almenna setanarpolitikkin. Endamálið við hesum politikki er sum kunnugt, at øll skulu fáa møguleikan at søkja tey størv, sum nú einaferð bjóðast innan tað almenna. Harfrá skulu størvini so setast út frá fakligum og sakligum metingum, soleiðis at best skikkaði persónur verður settur.

Tá ein aðalstjóri byrjar at stigbenda grundprinsippið við argumentum sum, at her er talan um ”serligar uppgávur” í avmarkað tíðarskeið, so er tíð at rópa varskó.

Tað er ikki ein serlig uppgáva at vera kunningarfólk. Føroysk Miðlafólk hava í dag fleiri limir, sum arbeiða sum kunningarfólk. Uppgávurnar kunnu eisini vera tíðaravmarkaðar. Mentamálaráðið hevur í aktuella døminum sett eitt fólk í starv í eitt ár, uttan at nakar annar persónur hevur fingið møguleikan at bjóða seg fram. Harvið virðir ráðið ikki almenna setanarpolitikkin.

Av givnum orsøkum vita vit í Føroyskum Miðlafólkum ikki, hvussu og eftir hvørjum sáttmála starvið er sett. Starvið í Mentamálaráðnum er jú ikki lýst leyst nakrastaðni. Vit loyva okkum tó at minna á, at eitt nú Starvsmannafelagið og Akademikarafelagið hava við í teirra sáttmálum, at øll størv skulu lýsast leys – eisini tíðaravmarkað størv og fyribilsstørv.

Føroysk Miðlafólk skal ikki meta um førleikarnar hjá tí, sum hevur fingið starvið. Men felagið loyvir sær at minna á sjálvt endamálið við setanarpolitikkinum, sum er ”at tryggja, at stovnurin setir umsøkjara, ið úr einum heildarsjónarmiði er best egnaður til starvið.” Hvussu kann Mentamálaráðið gera hesa meting, tá ráðið ikki so frægt sum loyvir fólki at bjóða seg fram?

Um aðalráðini ikki ganga á odda sum fyrimyndir fyri almenna setanarpolitikkin, so er skjótt at spilla kemur í.

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður