Føroyingur heimsmeistari í skjóting

Føroyingur heimsmeistari í skjóting

2017-09-11 09:02 Author image
Innsent

Um vikuskifti var heimsmeistaraskap í skjóting hildið í Moskva.

20 ára gamli Emil Kjeldgaard Petersen vann kappingina og gjørdist heimsmeistari fyri juniorar í skeet skjóting.

Emil skeyt 119 dúgvur í innleiðandi umførunum, og kom eftir shoot-off í finaluna sum 6. skjúttin. Her skeyt Emil heili 32 dúgvur á rað, og endaði við 54 raktum dúgvum av 60 møguligum, og gjørdist hann sostatt heimsmeistari.

Emil, sum býr í Danmark er ikki ókendur í Føroyum - mamma hansara er úr Føroyum. Emil hevur fleiri ferðir verið í føroyum og skotið, m.a. vann hann kappingina Tórshamar Open í Tórshavn í 2015.

"Eg er ómetaliga glaður og nøgdur við avrikið. Tað er ein fantastiskt kensla at kunna kalla seg heimsmeistara, og vita, at alt tað harða arbeiðið lønar seg", sigur Emil við heimasíðuna skytteunion.dk.
 

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður