Føroya Tele avlop uppá 44 milliónir

Mynd: Føroya Tele

Føroya Tele avlop uppá 44 milliónir

2017-04-23 11:47 Author image
Dimma

Føroya Tele hevur á ársaðalfundi fríggjadagin 21. apríl kunngjørt roknskapin fyri 2016. Roknskapurin vísir eitt avlop uppá 44 milliónir krónur eftir skatt. Áðrenn skatt varð úrslitið 57,5 milliónir krónur. Til samanberingar varð úrslitið eftir skatt 29,8 milliónir krónur í 2015.

Verður hugt nærri at roknskapinum sæst, at úrslitið áðrenn avskrivingar varð góðar 128,4 milliónir krónur í 2016 samanborið við 138,2 milliónir krónur í 2015, upplýsir Føroya Tele í skrivi sent miðlunum.

- Samanumtikið er úrslitið gott. Árið er merkt av stórum útbyggingum og nýggjum produktum, eins og tænastustøðið varð munandi betrað. Á Føroya Tele hava vit sera dugnalig starvsfólk, ið hava gingið á odda við hesum tilgongdum, og have lagt nógv fyri, fyri at kundarnir kunnu fáa eina ennbetri tænastu og prísir. Samstundis hevur verið arbeitt miðvíst við at tillaga fyritøkuna og skapa ein enn effektivari rakstur. Hetta hevur merkt fíggjarárið 2016, tó at úrslitið er betri enn árið frammanundan, staðfestir Jan Ziskasen, samtaksstjóri í Føroya Tele í fráboðanini frá Føroya Tele.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður