Føra valstríð úr Belgia

Mynd: epa.eu

Føra valstríð úr Belgia

2017-12-04 15:06 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fyrrverandi katalanski forsetin, Carles Puigdemont, flýddi til Belgia, eftir at spanski forsætisráðharrin, Mariano Rajoy, ógildaði katalansku fólkaatkvøðuna um loysing frá Spania. Eftir hetta skuldi Puigdemont, og aðrir loysingarsinnaðir, katalanskir politikkarar fyri rættin í Spania. Teir flýddu tó undan til Belgia, tí tær ræddust, at ikki fáa rættvísa viðgerð í Spania.

Tá Mariano Rajoy sendi katalanska tingið til hús, valdi hann eisini at útskriva nýval í Katalonia, at haldast 21. desember, 2017. Carles Puidgemont velur nú, at stilla upp til valið, men hann fær ikki gjørt tað úr Spania. Tískil førir hann fjar-valstríð úr Belgia. 

Meira langlesnaður