Fólkatalið veksur enn

Mynd: Hagstova Føroya

Fólkatalið veksur enn

2017-09-13 13:32 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tann 1. august í ár var fólkatalið í Føroyum vaksið við 732 fólkum, síðani 1. august í fjør. Tað upplýsir Hagstovan.

Í fjør kom fólkatalið í Føroyum fyri fyrstu ferð upp á 50.000. Tað var ein mílasteinur í arbeiðinum fyri at skapa fólkavøkstur í Føroyum. Hendan gongdin heldur áfram, og í dag teljast 50.451 føroyingar í Føroyum.

Økta talið er orsakað av einari stórari nettotilflyting og einum góðum burðaravlopið. Nettotilflytingin í ár er áljóðandi 455 fólk og er hon tann størsta síðan 2001. Burðaravlopið er á 277 fólk og er tað størsta síðan 2007.

Umframt góða nettotilflyting og burðaravlop, so er ein stór orsøk til veksandi talið, at fráflytingin eisini er minkað munandi. Fráflytingin í Føroyum hevur ikki verið so lítil síðan 1983. 

Størsti vøksturin uttanfyri Havnina
Tað eru umleið trý ár síðani at fólkavøksturin veruliga tók dik á seg í Føroyum. Tá var tað serliga í Tórshavn at vøksturin var størst, men í ár er hetta ikki longur so. Tølini hjá Hagstovuni vísa, at í ár eigur Tórshavnarøkið bert ein triðing av fólkavøkstrinum, meðan at tveir triðingar av fólkavøkstrinum eru uttanfyri Tórshavn. Hetta var akkurát øvugt fyri júst einum ári síðani.

Betrað kynsbýti av tilflytarum
Trupulleikin ið leingi hevur verið umrøddur er, at tað serliga eru kvinnur ið ikki flyta heim aftur. Hendan gongdin tykist eisini at vera betrað, 214 kvinnur fluttu í ár aftur til Føroya, meðan 241 menn fluttu heim. 

Kvinnurnar eru tó í yvirlutanum av fólkavøkstrinum sum heild. 35 fleiri gentubørn vóru fødd enn dreingjabørn, og tískil eru fólkavøksturin 371 kvinnur og 361 menn.

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður