Fólkaheilsuráðstevna 20. oktober

Mynd: Fólkaheilsuráðið

Fólkaheilsuráðstevna 20. oktober

2017-09-02 14:51 Author image
Innsent

Ársins fólkaheilsuráðstevna undir heitinum “Fólkaheilsa fyri øll”  verður fríggjadagin 20. oktober kl. 13.00 - 16.30 í Norðurlandahúsinum.

Hesaferð verður dentur lagdur á sálarliga heilsu í breiðum høpi. Sálarlig heilsa er eitt viðkomandi evni, tí sálarlig heilsa hevur eins stóran týdning sum likamlig heilsa, og tað ber til at betra um og ávirka sálarligu heilsustøðuna hjá føroyingum bæði á einstaklinga-, bólka- og samfelagsstigi.

Á skránni verða millum annað áhugaverdir fyrilestrar um gerandis hetjur og sjálvboðið hjálpararbeiðið, um sálarliga heilsu og sosial viðurskifti, um verkætlanina “ABC fyri sálarliga heilsu” og um avbjóðingarnar á sálarliga heilsuøkinum í Føroyum.

Millum fyrilestrarhaldararnar verða millum annað Matt Langdon, stovnari av “Hero Construction Company”, Knud Juel, Professari  Emeritus, og Tóra Petersen PhD í sálarfrøði. Harafturat verður ársins Fólkaheilsuvirðisløn handað.

Síðsta ár var áhugin fyri hesi ráðstevnu so stórur, at ráðstevnan var fullteknað beinanvegin og tíverri vóru tað nógv, sum ikki sluppu við til ta sera áhugaverdu ráðstevnuna, har spírar vórðu settir niður, sum vit enn heysta ágóða av. Fyri at tryggja, at tað ikki skal vera soleiðis aftur í ár, hava vit valt, at hava ráðstevnuna í Høllini í Norðurlandahúsinum, sum rúmar dupult so nógvum luttakarum, og vit vóna, at øll, sum ynskja at luttaka, sleppa til ráðstevnuna. Tiltakið er ókeypis, er fyri øll og tað ber til at melda seg til ráðstevnuna niðanfyri.

http://www.folkaheilsa.fo/folkaheilsuradstevna+2017.html

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður