Fólkaflokkurin: Munnligir fyrispurningar til Kristinu Háfoss

Fólkaflokkurin: Munnligir fyrispurningar til Kristinu Háfoss

2017-09-27 09:03 Author image
Jørgen Niclasen

Munnligur fyrispurningur til Kristinu Háfoss, landsstýrismann

Viðvíkjandi rentu, sum landið skal rinda fyri lán

  1. Hvat er rentan, sum landið skal rinda fyrilánsbrøvini, sum vóru útskrivað í 2016?
  2. Hvat er rentan, sum landið skal rinda fyri norskaláni og lánsbrøvini, sum eru útskrivað í ár? 
  3. Hvat heldur landsstýrimaðurin um, at fyrsta lániátaki hjá Landsbankanum kostaðilandskassanum eyka rentu?

 
Viðmerkingar
Landsbankin var í 2013 avtikin og veruligi landsbankin, Gjaldsstovan, yvirtók lánifíggingina hjá landinum. Síðan tá er rentan, sum landi skal rinda av sínum lánum, minkað á hvørjum árið. Lánsbrøv á uml. 1 milliard eru útskrivað á hvørjum ári, rentan er lækkaðá hvørjum ári og lægstu rentu fekk landskassin fyri lánsbrøvini, sum vóru útskrivað í fjør.

Nú er Landsbankin endurstovnaður og hevur yvirtikið lánifígging hjá landskassanum. Ein av fyrstu avgerðinum var, at broyta hvussu landið skulu fáa síni lán. Frammanundan var alt útskrivað í lánsbrøvum, men í ár, valdi landsbankin, við vælsignilsi frá Kristinu Háfoss, landsstýrismanni, fyrst at taka eitt vanligt lán úr Norra til eina hægrirentu. Sagt var, at hetta var fyri at kunnu fáa lánsbrøvfyri eina lægri rentu. Her verður spurt, hvat hendi við rentini. 

At Búskaparráðið og danski Nationalbankin ávararum ovurnýtsluna hjá almennu Føroyum, meðan Landsbankin og nýggja Vágaráðið hjá landsstýriskvinnuni eru kvirr, ger støðuna meir órógvandi. 

Tórshavn, 26. september 2017
Jørgen Niclasen,
løgtingsmaður

 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður