Focus nærkast

Focus nærkast

2017-09-20 08:32 Author image
Leif Láadal

Tann 28. oktober verður konsert á Reinsarínum við hollendska bólkinumFocus. Tá bólkurin var í Føroyum og spældi í Norðurlandahúsinum fyrraárið, brúktu tónleikararnir nakrar av fríløtunum á Reinsarínum. Teir vórðu so bergtiknir av spælistaðnum, at teir vildu sleppa at spæla har. Nú fáa teir so møguleikan. Focus hevur sín uppruna fyrst í 70-árunum, tá progressivi rokkurin fór sína sigursgongd runt knøttin. Stór-jodlarin, urguleikarin og floytuleikarin, Thijs van Leer, saman við gittarsnillinginum, Jan Akkerman, vóru ímyndin av bólkinum. Plátur sum" Moving Waves", "Focus 3" og "Hamburger Concerto" eru millum kendu verkini hjá Focus.

Nógv munnu eisini minnast hittini "Hokus Pokus", "House of the King" og "Sylvia", ið regluliga ljómaðu í kjallara- og á loftskømurum hjá tannáringum hesa tíðina. Í 2002 kom Focus afturíaftur við plátuni "Focus 8". Thjis van Leer stendur á odda fyri endurreista Focus, saman við upprunaliga trummuspælaranum, Pierra van Linden. Í 2006 kom Focus aftur við eini útgávu. Ein pláta, ið hevur vunnið sær pláss í hjørtunum á gomlu trúføstu fjepparunum. Sjálvur sigur Thijs van Leer um tónleikin hjá Focus:

- Tónleikurin hjá okkum er ein evolution, ikki revolutión.

Meira langlesnaður