FM og Føroya Cup í Trap 2017 av á hesum sinni

Vinnarir av liðkappingini

FM og Føroya Cup í Trap 2017 av á hesum sinni

2017-09-04 11:20 Author image
Innsent

Um vikuskiftið varð kappast um FM heitið í trap. Kappingin varð skotin á breytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla í Sandvíkum.

Leygardagurin var seinasta umfar í liðkappingini, og úrslitini vóru hesi:

Nr. 1: Byrsumúli  A við 121 dúgvum og 5 stigum

Nr. 2: Eysturskot við 117 dúgvum og 4 stigum

Nr. 3: Byrsumúli  B við 117 dúgvum og 3 stigum

Endaliga støðan gjørdist at Byrsumúli A vann liðkappingina við 32 stigum.

Nr. 2 gjørdist Eysturskot A við 26 stigum og nr. 3 gjørdist Byrsumúli B við 25 stigum.

Eisini var hesin dagurin seinasta umfar í Føroya Cup 2017, ið er ein nýggj kapping í føroyskari skjóting, sum fyrstu fer var skotin í fjør.

Her vann Alex Johannesen við 262 dúgvum. Nr. 2 gjørdist Finn Ludvig við 260 dúgvum og nr. 3 gjørdist Jón Jacobsen við 257 dúgvum

Sunnudagin vóru føroyameistarnir fyri einstaklingar funnir.

Kappingin gjørdist sum sæst sera spennandi og jøvn. Eftir at 6 umfør vóru skotin, vóru Alex Johannesen og Finn Ludvig javnir við 129 dúgvum hvør. Tískil bleiv skotið eitt eykaumfar (shoot off) á 25 dúgvur teirra millum fyri at finna vinnaran.

Endarliga støðan bleiv soleiðis:

Nr. 1 og vinnari Alex Johannesen úr Eysturskot  við 129 + (24 av 25 í shoot off)

Nr. 2 Finn Ludvig úr Byrsumúla við 129 + (22 av 25 í shoot off)

Nr. 3 Jón Jacobsen úr Byrsumúla við 124 dúgvum

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður