Fleiri útlenskir granskarar í Danmark meldaðir til løgregluna

Mynd: Business.dk (mynd av granskaranum, Brooke Harrington)

Fleiri útlenskir granskarar í Danmark meldaðir til løgregluna

2017-12-05 15:00 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Hvørt ár nýta donsk universitet milliónir av krónum uppá, at seta útlenskar granskarar í starv. Donsku universitetini hava, av tí sama, fleiri viðurkendar útlenskar granskarar, ið eru heimskendir innan sítt virki. Millum annað er granskarin, Brooke Harrington, ið starvast á universitetinum, Copenhagen Business School. Harrington er ein altjóða viðurkendur granskari, sum hevur, millum annað, virkað sum ráðgevi í Europa-tinginum, Heimsbankanum og hjá stjórnini í Íslandi og Suðurkorea, um at mótarbeiða skattasviki. Tá Paradise skjølini, fyri stuttum vóru kunngjørd, gjørdi hon samrøður við umleið 15 ymsar miðlar kring heimin.

Trupulleikin hjá Brooke Harrington er, at hon hevur hildið ein fyrilestur fyri donsku skattamyndugleikinum, Skat, og fyri Fólkatinginum, um skattasvik og skattaskjól. Og tað var ólógligt. 
Hvørki Harrington ella tey, ið bóðu hana halda fyrilesturin - Fólkatingið sjálvt - vóru greið um hetta. Men sambært lógini, so hava útlenskir granskarar, ikki loyvi til at taka á seg onnur størv, enn tað, ið er teirra høvuðsstarv. Tað er, í førinum hjá Brooke Harrington, hennara starv sum granskari og undirvísari á CBS. 

Hon stendur nú í teirri støðu, at hon veit ikki, um hon møguliga fer at missa sítt arbeiðsloyvi í Danmark, og noyðist at flyta aftur til USA, haðani hon kemur. Hon hevur búð í Danmark seinastu átta árini, og tað er einasta landið, børn hennara kenna til. 

Brooke Harrington er ikki tann einasta í møguliga missur sítt arbeiði, og skal sendast av landinum. Sambært donsku avísini, Politiken, eru higartil átta ymiskir granskarar blivnir tiknir í sama lógarbroti - at undirvísa, ráðgeva, ella halda fyrilestrar uttanfyri sítt arbeiðspláss - og standa møguliga í somu støðu, sum Harrington.

Sambært Politiken eru hesir átta granskarirnir óivað ikki teir einastu, ið eru sekir í hesum lógarbroti, og kann man vænta, at nógv fleiri eisini kunnu ákærast fyri hetta lógarbrot.

Meira langlesnaður