Fiskivinnunýskipanin - neyðugt við breiðari politiskari semju

Fiskivinnunýskipanin - neyðugt við breiðari politiskari semju

2017-11-16 11:47 Author image
Anna Falkenberg

Alt í alt kann sigast, at politiska støðan í Føroyum júst nú er sera spent - bæði andstøðan, samgongan og alt Føroya fólk halda ondini í hesi døgum. Lagt hevur verið upp til í fleiri ár, at ein breið politisk semja um eina fiskuvinnunýskipan má og skal finnast

Hóast samráðingar millum samgongu og andstøðu ikki hava borið á mál, so er hetta ikki ein umbering fyri at kroysta uppskotið ígjøgnum við einum teprum meiriluta.

Samgongan hevur ikki meiriluta fyri núverandi uppskoti, og tað tykist sum, at samgonguleiðararnir gera alt teir eru mentir at fáa bara eina atkvøðu meira enn andstøðan, uttan mun til at hyggja eftir tí stóru myndini, nevniliga tað at skapa eina varandi loysn fyri føroysku fiskivinnuna.

Sum eg síggi tað eru tveir møguleikar: Tann eina loysnin er, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur við einum semjusøkjandi anda, frá bæði andstøðu og samgongu. Hin loysnin er at útskriva val, har Føroya fólk fær møguleika at tala og velja nýtt løgting.

Vit skylda Føroya fólki, fiskivinnuni og Føroya framtíð í heila taki, at finna eina breiða politiska semju um eina varandi fiskuvinnunýskipan, ið bæði tekur atlit til lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardygd.

Tað er bara við einari breiðari politiskari semju, at stabilitetur fæst í fiskivinnuna og at felags tilfeingið í havinum kemur øllum borgarum í Føroyum til gagns.

Mín áheitan á samgonguna, andstøðuna og eisini okkara tinglimir í Sambandsflokkinum, er: Roynið eina breiða politiska semju nú - tað er at vísa samfelagsábyrgd.

Anna Falkenberg,
Ungmannafelagið Samband

Meira langlesnaður