Fiskimannafelagið sleppur nú gomlu skipanini við sóknarformonnum

Savnsmynd

Fiskimannafelagið sleppur nú gomlu skipanini við sóknarformonnum

2017-09-04 17:42 Author image
Innsent

Limir Fiskimannafelagsins hava við uratkvøðu gjørt av at strika skipanina við sóknarformonnum. Síðani Føroya Fiskimannafelag varð stovnað í 1910, hevur felagið verið skipað við sýsluformonnum – seks í tali – sum saman við formanninum mynda nevndina, og einari rúgvu av sóknarformonnum við tiltaksmonnum.

Men nú fer skipanin við sóknarformonnum í søguna. Uppskot um at broyta viðtøkurnar við hesum endamáli varð sett fram á landsfundinum fyri jól í fjør.

Landsfundurin gjørdi av at senda uppskotið til uratkvøðu millum allar limir felagsins. Hósdagin 31. august var liðugt at atkvøða, og úrslitið var, at uppskotið bleiv samtykt.

Lítil áhugi

Eftir vallutøkuni at døma var áhugin fyri skipanini við sóknarformonnum lítil, tí bert 49 limir greiddu atkvøðu. Umleið 650 limir høvdu atkvøðurætt. Tvær atkvøður vóru ógyldugar, 29 atkvøddu fyri lógarbroytingini og 18 atkvøddu ímóti.

- Eg haldi, at laka valluttøkan í sær sjálvari ber boð um, at tíðin var farin frá hasari skipanini. Seinastu árini hevur tað heldur ikki eydnast at manna allar sóknarformanssessirnar og enn verri teirra tiltaksfólk, so eg haldi, at avgerðin um at strika skipanina er røtt, sigur Jan Højgaard, felagsformaður.

Neyðugar dagføringar

Formaðurin fegnast um broytingarnar, sum gjørdar eru.

- Tað at gera mannagongdirnar minni byrokratiskar, ger felagið meira virkisført. Vit skulu sjálvandi ansa eftir, at limademokratiið í felagnum ikki verður skert, men tað sigur seg sjálvt, at eitt so gamalt felag sum Fiskimannafelagið má dagføra bygnaðin av og á, so hvørt sum fiski- og sjóvinnan og alt samfelagið broytist, sigur Jan Højgaard.

Fyri framhaldandi at tryggja góða geografiska umboðan á landsfundunum og áhugan fyri felagsarbeiðnum annars, ætlar nevndin at gera eina fyriskipan, sum í størri mun aktiverar tiltaksfólkini fyri sýsluformenninar.

- Teir kundu til dømis fingið somu sømdir sum sóknarformenninir høvdu aftur fyri at møta á landsfundi og virka sum bindilið millum felagið og limirnar úti í økinum. Men tann spurningurin skal viðgerast nærri í nevndini og kanska eisini á landsfundi, sigur Jan Højgaard.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður