Finnland 100 ár í Norðurlandahúsinum

Mynd: Nlh.fo

Finnland 100 ár í Norðurlandahúsinum

2017-11-07 10:20 Author image
Innsent

Um ein knappan mánaða – 6. desember – fara finnar at hátíðarhalda 100 ára dagin fyri at tjóðin fekk sjálvstýri frá Russlandi. 100 árið fyri finska frælsið hevur verið hátíðarhildið í alt ár í tí eystasta av Norðurlondunum, men nú kemur gildisrómurin í hæddina. 

Hóskvøldið verður møguleiki at frætta nærri um, hví júst hetta er ein so stór hending fyri finnar. Hvat tað hevði at siga fyri finsku tjóðina at fáa frælsi, men ikki bara eitt ókeypis frælsi, men eitt frælsi, sum finnar skuldu stríðast fyri – alt eftir hvørjum parti tú vart í, teimum reyðu ella teimum hvítu.

Finska søgan er spennandi og stundum eisini blóðug.

Hóskvøldið kemur finnlendingurin Henrin Wilén til Føroya at greiða eitt sindur frá finsku søguni. Henrik Wilen er skrivari í sambandinum hjá Norrønu Feløgunum, FNF, við høvuðssæti í Keypmannahavn. Henrik Wilén er útbúgvin journalistur, men hevur eisini arbeitt í finsku uttanríkistænastuni við uppgávum í fleiri norðurlendskum høvuðsstaðum. Hann fer at greiða frá søguni hjá finsku tjóðini, men kemur eisini inn á tær avbjóðingar, sum svenski minnilutin í Finnlandi hevur at  stríðast við.

Tað er Norrøna Felagið í Føroyum, sum skipar fyri tiltakinum í Klingruni. Fyri seta ein serligan hátíðarligan finskan dám á kvøldið, verður eisini høvi at hoyra pianistin Matias Kapnas, ið sjálvur er av finskari ætt, spæla kend tónaverk av tjóðarskaldi finna, Jean Sibelius. Ikki minst hábærsliga verkið ’Finnlandia’, ið gjørdist súmbolið upp á finska tjóðarstoltleikan, meðan landið enn var undir russiskum valdi.

Tiltakið við Henrik Wilén og Matias Kapnas í Norðurlandahúsinum hóskvøldið 9. november kl. 19 er alment og ókeypis.    

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður