Filmsfelagið sýnir týska filmin PAULA

Filmsfelagið sýnir týska filmin PAULA

2017-09-28 11:55 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Um eina viku, mikukvøldið 4. oktober kl 20, sýnir Filmsfelagið nýggja týska listafólkafilmin PAULA, sum Kinna Poulsen fer at innleiða.

PAULA er um týsku listakvinnuna Paula Modersohn-Becker (1876-1907), sum livdi í skugganum av manninum, Otto Modersohn (1865-1943). Paula Modersohn-Becker var bara 31 ára gomul, tá hon doyði.

"Die faszinierende Emanzipation einer Künstlerin", sigur ummælarin Knut Elstermann, MDR, eftir at hava sæð nýggja virðislønta filmin. Undirheitið á týska listafólkafilminum er "Mein Leben soll ein Fest sein".

Leikstjóri er Christian Schwochow og filmurin um listakvinnuna PAULU varar í tveir tímar.

Sýningin er almenn og atgongumerkjasølan er byrja við skivuna í biografinum og á netinum.

Eftir týsku filmsýningina við listafólkafilminum um PAULU, fer Filmsfelagið mikukvøldið 18. oktober kl 20 at sýna nýggju svørtu bretska komediuna THE PARTY eftir Sally Potter. Tann filmin, sum hveur politiskar Brexit-undirtónar, fer Sjúrður Skaale at innleiða.

Í døgunum 13.-15. november fer Filmsfelagið at hava ísraelskar filmsdagar. Tað er ísraelska sendistovan í Keypmannahavn, ið hevur útvega nýggjar og listarliga áhugaverdar filmar at vísa í Filmsfelagnum. Filmarnir eru THE CAKEMAKER, A QUIET HEART og BETHLEHEM. Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, fer at seta ísraelsku filmsdagarnar við sýningini THE CAKEMAKER í Havnar Bio mánadagin 13. november.

Kom við í Filmsfelagið, sum sýnir nýggjan og listarliga áhugaverdan film í Havnar Bio! 

Vinaliga
FILMSFELAGIÐ

 

Meira langlesnaður