Ferðsluvanlukka kravdi mannalív á Tvøroyri

Ferðsluvanlukka kravdi mannalív á Tvøroyri

2017-12-05 11:01 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Ein bilførari, ið koyrdi ímóti Trongisvági, rendi á ein pela. Stoyturin var so ógvusligur, at bilurin fór av vegnum. Maðurin varð fluttur á sjúkrahúsið alt fyri eitt. Maðurin var 41 ára gamal.

Fráboðanin til løgregluna, um vanlukkuna, var skrásett klokkan 23.18. Klokkan 23.53 var staðfest, at maðurin var deyður.


Meira langlesnaður