Faroe Islands Translate lærir útlendingar føroyskt

Faroe Islands Translate lærir útlendingar føroyskt

2017-10-04 13:17 Author image
Innsent

Sheep View átakið hjá Atlantic Airways og Visit Faroe Islands í fjør eydnaðist so mikið væl, at fleiri ferðafólk komu til Føroyar í ár enn nakrantíð áður. Viðhvørt vilja hesi ferðafólkini læra nøkur orð á føroyskum, men føroyska málið finst ikki á Google Translate. Hetta hava Atlantic Airways og Visit Faroe Islands funnið eina loysn uppá.

Á Faroe Islands Translate heimasíðuni ber til hjá fólki kring heimin at skriva orð ella setningar á ymiskum málum. Nøkur sekund seinni fáa tey ein film sendandi, har ein føroyingur hevur týtt orðini/setningarnar til føroyskt. Hetta merkir, at útlendingar fáa ikki einans høvi at læra orð á føroyskum, men sleppa eisini at síggja ein føroying siga orðini.

Levi Hanssen, samskiftisleiðari í Visit Faroe Islands, heldur, at átakið kann føra við sær, at ferðafólk føla seg sum ein størri part av Føroyum, tá tey ferðast í landinum.

“Tá ið fólk ferðast, nýta tey ofta Google Translate, sum kann hjálpa teimum at samskifta við fólkini á staðnum,” sigur Levi. “Hetta ger, at tey føla seg sum ein part av ferðamálinum, har tey vitja. Í løtuni ber hetta ikki til í Føroyum, men tað vilja vit broyta. Vit hava tikið sakina í egnar hendir og biðja føroyingar hjálpa okkum at læra útlendingar eitt sindur av føroyska málinum. Okkara mál er at fáa føroyska málið í Google Translate, men inntil tá, hava vit gjørt okkara egnu útgávu, Faroe Islands Translate!”

Árni G. Olsen, sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways, heldur, at átakið er ein stuttligur og øðrvísi máti at fáa samband við fólk kring heimin.

“Hetta er ein stuttligur máti at samskifta við útlendingar uppá, samstundis sum vit økja um áhugan fyri føroyska málinum,” sigur Árni. “Sheep View átakið fekk sera nógva umrøðu í altjóða miðlum og økti um kunnleikan um Føroyar hjá nógvum fólkum, sum annars ikki kendu til okkara land. Tá ið hesi fólkini nú kenna Føroyar, gevur tað góða meining, at vit eisini røkka út til tey og bjóða teimum møguleikan at læra nøkur orð á føroyskum.”

Føroyingar kunnu hjálpa
Føroyingar verða eggjaðir at hjálpa at týða. Meira kunning um, hvussu ein kann týða, er at finna áwww.faroeislandstranslate.com/bliv-umsetari.

Soleiðis riggar Faroe Islands Translate:

- Á heimasíðuni www.faroeislandstranslate.com kann ein og hvør skriva eitt orð ella ein setning, sum tey vilja skal týðast til føroyskt. Teksturin verður sendur til ein føroying, sum tekur ein stuttan film av sær sjálvum, har teksturin verður týddur til føroyskt. Filmurin verður síðani sendur aftur til viðkomandi, sum bað um týðingina.

- Allir filmarnir verða goymdir í einum dátugrunni. Hetta merkir, at um biðið verður um, at týða sama orð ella setning, verður filmurin, sum liggur í dátugrunninum, vístur av nýggjum.

- Føroyingurin, sum týðir, verður valdur tilvildarliga. Øll, ið tosa føroyskt, kunnu týða.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at seta seg í samband við:
- Árni G. Olsen, sølu- og marknaðarleiðari í Atlantic Airways, tlf. 213777, t-postur: arni@atlantic.fo

- Levi Hanssen, samskiftisleiðari í Visit Faroe Islands, tlf. 503265, t-postur: levi@visitfaroeislands.com

 

Meira langlesnaður