Fakfeløg stuðla verkfallinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Fakfeløg stuðla verkfallinum hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

2017-11-07 08:54 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað eru fleiri fakfeløg, ið hava vent sær til miðlarnar, tí tey vilja vísa sín stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið eru farin í verkfall, vegna slitnaðar samráðingar við Fíggjarmálaráðið um lønarhækkan. 

MLF
Musikklærarafelag Føroya (MLF) vil hervið stuðla Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í teirra lønarkrøvum mótvegis Fíggjarmálaráðnum.

Eitt fakfelag eigur ikki longur einsæris at kunna samráðast um lønarkarm fyri øll hini fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum.

MLF vil heita á Fíggjarmálaráðið um at seta seg samráðingarborðið aftur og geva sjúkrarøktarfrøðingum ta løn, tey hava krav uppá í mun til teirra útbúgving.

Vegna Musikklærarafelag Føroya,
Sámal Petersen, formaður


Akademikarafeløgini
Yvirlýsing frá Akademikarafeløgunum: Treytaleysur stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Fakfeløgini Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Akademikarafelag Føroya og Yrkisfelagið Miðnám vilja hervið lýsa sín treytaleysa stuðul til Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar í stríði teirra at fáa betri sømdir fyri limir sínar.

Fakfeløgini heita somuleiðis á Fíggjarmálaráðið, at virða frælsa samráðingarrættin hjá hvørjum einstøkum fakfelagi.

At enda vilja fakfeløgini heita á Fíggjarmálaráðið um at seta seg aftur við samráðingarborðið og byrja einar virðiligar samráðingar, sum kunnu føra á mál.

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya
Akademikarafelag Føroya
Yrkisfelagið Miðnám


Heilafelagið
Áheitan á samráðingarpartarnar Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Heilafelagið heitir á samráðingarpartarnar um, at fara aftur til samráðingarborðið beinanvegin. Íkomna støðan kann fáa lívshættisligar avleiðingar fyri fólk, ið hava tørv á akuttari viðgerð í samband við blóðtøpp ella bløðing í heilanum, ella vegna heilatraumi av einum hvørjum slag.

Tað er ein sannroynd, at 130 fólk í Føroyum árliga verða rakt og hvør minuttur telur, fyri at bjarga lívi og førleikum. Ótryggleikin er stórur fyri tey, ið vera rakt og teirra avvarðandi og skapar eitt verkfall óneyðugan ótrygleika og ótta.

Tí vóna vit, at partarnir finna eina skjóta loysn á samráðingartrætuni.

Nevndin í Heilafelagnum

 

 

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður