Fakfelagssamstarvið kallar inn til fund

Mynd: Kvf.fo

Fakfelagssamstarvið kallar inn til fund

2018-01-09 12:31 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Klokkan fýra í dag bjóðar Fakfelagssamstarvið til fund í Smæruni. Súni Falkvard Selfoss sigur við Kringvarpið, at ætlanin við fundinum er, at umrøða støðuna við verkfallinum hjá Pedagogfelagnum, og viðgerða spurningin, um onnur fakfeløg eiga at seta tiltøk í verk. Talan kann bæði vera um mótmælisgongur ella samhugaverkfall.

Verkfallið hjá Pedagogfelagnum fer inn í fimtu vikuna, og enn er ikki líkt til, at semja verður funnin í bræði.

Semingsmaðurin, Terji Sigurðsson, sigur við Kringvarpið, at partarnir eru enn langt frá hvør øðrum, og hvørgir partur er sinnaður at flyta seg.

Tingfólk byrja nú at tala at. Heðin Mortensen og Djóni Nolsøe Joense, báðir tingmenn fyri Javnaðarflokkin, hava verið alment úti og biðið partarnar um at setast aftur við samráðingarborðið. 

Meira langlesnaður