Eyðgunn Samuelsen sendir í dag trý lógaruppskot til hoyringar

Eyðgunn Samuelsen sendir í dag trý lógaruppskot til hoyringar

2017-09-29 09:12 Author image
Innsent

Nýtt barnaheim, nýggj sambýli til fólk við menningartarni og nýggjur bú- og viðgerastovnur til børn og ung við autismu

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna sendir í dag trý lógaruppskot til hoyringar. Lógaruppskotini eru um at byggja nýtt barnaheim, tvey nýggj sambýli til fólk við menningartarni, og ein nýggjan bú- og viðgerðarstovn til børn og ung við autismu.

Fleiri av verandi sambýlum og bústovnum eru ikki í nøktandi standi og eru heldur ikki hóskandi til endamálið.

Landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen hevur sett sær fyri at bøta um hetta, og í næstum verða verklagslógirnar, sum eru lógargrundarlagið undir byggingini, lagdar fyri Løgtingið.

“Tað er ein stór gleði, at vit nú eru komin so mikið áleiðis í arbeiðinum at byggja nýtt Barnaheim. Nýggja Barnaheimið verður eitt gott og trygt stað hjá børnum, ungum og familjum, har tey fáa møguleika at uppliva mennandi umsorgan í einum tryggum og eggjandi umhvørvi,” sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Sum nakað nýtt fer Barnaheimið at bjóða ungum eftirvernd, soleiðis at hesi ungu ikki verða slept upp á fjall eftir lokna barnavernd. Eisini fer nýggja Barnaheimið at hava fleiri pláss til familjuviðgerðir, sum er ein liður at styrkja foreldraførleikan við ráðgeving og vegleiðing.

“Við nýggju kørmunum á 200 mió. kr. til bygging av vardum bústøðum, kunnu vit tryggja, at vit fáa hóskandi karmar um tað innihald, sum vit í dag hava torført við at veita vegna vánaligar umstøður.

Tað er tí eisini sera gleðiligt, at vit nú fara at byggja hóskandi og tryggar karmar til fólk við menningartarni og til børn og ung við autismu”sigur Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum.

Lógaruppskotini er ein liður í einari samlaðari íløguætlan hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum, ið umframt Barnaheimið, eisini fevnir um vardar bústaðir og bústovnar til fólk, ið bera brek.

Lógaruppskotini kunnu lesast her.

 

Meira langlesnaður