Er tað bæði sukur og brús, ið fitar?

Mynd: Visualhunt.com

Er tað bæði sukur og brús, ið fitar?

2018-01-04 16:08 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Tað er almenn vitan at sodavatn er ósunt og fitandi. Ein fløska av Coca-Cola inniheldur lættliga umleið tað, sum svarar til tíggju sukurmolar. 

Tá man tosar um hví sodavatn er ósunt, so hevur orsøkin altíð verið tann áðurnevnda. Tann stóra mongdin av sukri. Men kann brúsið í sodavatninum eisini hava eina ávirkan?

Hesum settu granskarir á Birzeit universitetinum seg fyri at kanna. Mýs fingu ymsar drykkir at drekka, bæði ein við brúsi og sukri, ein bert við sukri og síðani vanligt vatn. So bleiv kannað hvussu mýsnar tóku hetta til sín. Eftir stutta tíð var tað eyðsýnt, at mýsnar ið høvdu drukkið drykkin við bæði brúsi og sukri í, tóku mest uppá. Tað vísti seg, at ghrelin-tølini í blóðunum hjá teimum mýsnum, ið høvdu drukkið drykkir við bæði brúsi og sukri, vóru nógv hægst. Ghrelin er eitt hormon, ið styrkir svongdarkensluna.

Hesi úrslitini hildu fólkini handan BBC-sendingina, "Trúgv mær, eg eri lækni" (e. Trust me, I'm a Doctor), vera áhugaverd. Tey settu sær fyri at gera eina líknandi kanning, men við menniskjum ístaðin fyri músum.

Ein bólkur av fólki við góðari heilsu blivu boðin at taka lut í kanningini. Tá kanningin byrjaði skuldu øll fólkini hava fastað seinastu tíggju tímarnar. Síðani fingu tey hvør sína ostatvíflís at eta, sum skuldi tryggja, at tey øll byrjaðu kanningina við umleið somu tølum av ghrelin í blóðinum. Ein tíma eftir at tey høvdu etið tvíflísina, fingu tey hvør sín drykk at drekka. Eins og hjá mýsnum, annaðhvørt drykk við bæði brúsi og sukri, bert sukri ella vanligt vatn. 

Tíggju minuttir eftir at tey høvdu drukkið, bleiv ein blóðroynd gjørd, fyri at kanna ghrelin-tølini hjá luttakarunum. Eftir hetta fóru øll heim og skuldu skriva eina mat-loggbók, har tey skrivaðu niður hvussu nógv tey ótu og høvdu hug at eta, eftir at hava drukkið teir ymsu drykkirnir. Tey komu síðan aftur til kanningar tríggjar ferðir afturat, og fingu hvørja ferð ein øðrvísi drykk. 

Niðurstøðurnar frá kanningini vístu, at grehlin-tølini vóru umleið 50% hægri, eftir at hava drukkið ein drykk við brúsi og sukri, enn ein við bert sukri ella um tað var vatn.

Tað vísti seg eisini, at ghrelin-tølini hækkaðu, um tú drakk brúsvatn uttan sukur, í mun til vanligt vatn.

Kanningin vísti eisini, at tey ið høvdu drukkið ein drykk við bæði brúsi og sukri, ótu umleið 120 fleiri kaloriur tann dagin, enn tey, ið bert høvdu drukkið vatn ella ein drykk við sukri í. 

Orsøkin til at brúsið í drykkunum ávirkar ghrelin-tølini so nógv er ikki heilt til at vita. Læknarnir handan kanningina meta tó, at tað møguliga kann vera tí, at tá man drekkur ein drykk við brúsi í, so verður koltvísúrevni leysgivið í maganum. Koltvísúrevnið ávirkar kemiskar móttakarar í maganum, sum gera at kyknurnar leysgeva ghrelin-hormonið, ið fær teg at kenna teg svangan. 
Ein onnur orsøk kann vera, at brúsandi drykkir kunnu tamba magan og tað fær eisini kyknurnar at leysgeva ghrelin-hormon. 

Læknanir handan kanningina vilja tó strika undir, at tað merkir ikki, at drykkir við bert sukri í eru góðir fyri heilsuni at drekka. Tað frægasta fyri heilsuna er, og verður enn, bert at drekka vatn.



Meira langlesnaður