Enn fleiri fakfeløg stuðla Felagnum Føroyskir Sjúkararøktarfrøðingar

Enn fleiri fakfeløg stuðla Felagnum Føroyskir Sjúkararøktarfrøðingar

2017-11-08 10:27 Author image
Innsent

Undirritaðu fakfeløg stuðla Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið teirra lønarsamráðingum við Fíggjarmálaráðið.

Í hesum sambandi vilja vit heita á Fíggjarmálaráðið, um at virða fría samráðingarrættin hjá hvørjum einstøkum fakfelag.

Tað má verða upp til hvørt einstakt fakfelag, undir hvørjum leisti tey leggja síni lønarkrøv fram. Um lønarkrøvini eru í krónum ella í %, má verða upp til fakfelagið ið er til lønarsamráðingar.

Fíggjarmálaráðið skal ikki føra sosialpolitik við lønarsamráðingarnar, um ikki semja er um tað. Tað má verða upp til hvørt einstakt fakfelag, at gera av hvønn lønarpolitikk tey vilja føra.

S&K felagið
Heilsurøktarfelagið
Ljósmøðrafelagið
Føroya Pedagogfelag
Maskinmeistarafelag
Føroya Handverkarafelag
Felagið fyri Radiografar í Føroyum
Heilsuhjálparfelag Føroya
Bioanalytikarafelagið
Føroya Skipara & Navigatørfelag
Fysioterapeutfelag Føroya
Kost og Føðslufelagið

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður