Enn fleiri bilar kannaðir í nátt

Enn fleiri bilar kannaðir í nátt

2018-01-07 09:31 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Gjáranáttina helt løgreglan fram við ferðsluátakinum, ið tey hava gjørt alt vikuskiftið. Hesuferð var løgreglan í Suðuroy og vóru umleið 50 bilar kannaðir.

Eins og leygarnáttina vísti tað seg, at flestu bilførararnir koyrdu hampiliga. Ein bleiv steðgaður fyri at koyra umleið 70 kilometrar um tíman í bygdum øki. Hesin fekk eina bót. Annars vóru onkur afturat, ið fingu átalu fyri onkur smærri viðurskifti.

Vikuskiftið hevur annars verið friðarligt báðar dagarnar. Lítið av fólki í býnum og tey sum vóru skikkaðu sær heilt væl.

Meira langlesnaður