Emblavinnarin sær ávísan áhuga uttanlands

Mynd: Sigmund Vang

Emblavinnarin sær ávísan áhuga uttanlands

2017-08-31 18:03 Author image
Leif Láadal

Tó, at øll Norðurlond vóru væl umboðað, tá nýggja stóra matvirðislønin Embla bleiv latin í farnu viku, so endaðu ikki færri enn tríggjar av sjey virðislønum í Føroyum. Ein teirra fór til kokkin Leif Sørensen fyri serligu "fiskakipsini", hann hevur ment. Sum er, verða kipsini ikki hópframleidd, men tað eru tað fleiri, sum hava áhuga í.

Hugskotið til kipsini, sum Leif ikki longur rópar fiskakips, men heldur vil finna eitt annað orð fyri, sum ikki beinleiðis leiður tankarnar yvir á fisk – tó at tað gastromiska DNA-ið skal takast úr fiskaúrdrátti, so sum turrum fiski – er eini 25 ára gamalt. Tá Leif lærdi og seinni arbeiddi á Kommandanten í Keypmannahavn, sum tá var kanska besta matstova niðri, plagdu tey nevniliga at framleiða nøkur kips úr einum deiggi, ið var gjørt úr rísi. Tá tey blivu stokt í olju, bólgnaðu tey upp. Síðani hevur Leif ment hesi kips til eina vøru, sum bæði smakkar og líkist Føroyum, tó við ætlanum um at selja tey um allan heim.

Í løtuni arbeiðir Leif við at fáa framleitt so nógv kunningartilfar sum gjørligt um kipsini. Heimasíða skal gerast, myndir og videobrot leggjast út, eins og faldari skal prentast, so fólk kunnu fáa fyrstafloks kunning, um tey vilja vita meira. Men tað eru tó nøkur, sum longu hava ligið framvið – millum annað úr Kina og Pólandi.

– Tá eg var við føroyska ferðalagnum, sum saman við landsstýrismanninum vitjaði í Kina, kom ein umboðsmaður fyri eina australska fyritøku, sum hevði virksemi í Kina, til mín. Hann hevði roynt kipsini, og sambært honum var einki óført. Tað bleiv tó ikki til nakað, og eg havi eisini eina vón um, at framleiðslan skal vera í Føroyum ella í hvussu so er her um okkara leiðir, sigur Leif Sørensen, sum metir, at ein verksmiðja, ið kann framleiða tær nøgdir, sum skulu til fyri at kunna hava eina sunna fyritøku, kann stáplast upp á beinini fyri millum fýra og fimm milliónir krónur.

Hendan grein er brot úr longri grein, sum haldarar av Dimma+ kunnu lesa.

Dimma+ haldarar kunnu lesa alla greina HER

Tú kann tekna Dimma+ hald HER

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður