Elinborg og Lyon í Tøting

Mynd: Innsent

Elinborg og Lyon í Tøting

2017-09-06 14:00 Author image
Innsent

Fyrr í ár gav Elinborg út EP'ina "Landið Sum Ongin Sær", ið rúmar fýra løgum. Eftir ætlan skuldu útgávukonsert vera í Tøting fyrr í ár, men av tí at Elinborg hevur fingið snikkað saman ein nýggjan bólk, varð konsertin nakað seinkað. Manning hennara er Per I. Højgaard Petersen, Allan Tausen og Hans Marius Ziska. Høgni Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska hava framleitt útgávuna í felag. Tekstirnir eru á føroyskum, og Elinborg er sjálv høvundur.

Við sær hevur hon gøtumannin Lyon. Lyon er búðsitandi í Onglandi, og er komin heim á klettarnar í summar, har hann millum annað hevur spælt konsert á ársins G! Festivali.

Atgongumerki kunna keypast í forsølu á heimasíðuni her, ella við dyrnar frá kl. 19.30. Kostnaðurin er 150 kr., tó bert 100 kr. fyri limir í Tónleikasamtakinum Grót.

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður