Eitt Ódnarkvøld kemur út í bók

Mynd: Forlagið Fannir

Eitt Ódnarkvøld kemur út í bók

2017-09-20 17:02 Author image
Innsent

”EITT ÓDNARKVØLD”, sum Hans Andrias Djurhuus læt prenta í ”Varðanum” 10. bindi, 1930, kemur nú út í bók í røðini LEIKRIT. Hetta er 24. leikritið.

Hans Andrias var næsti granni hjá Sjónleikarhúsinum, sum varð tikið í nýtslu í 1926, og hann var virkin nevndarlimur, stundum formaður, í Havnar sjónleikarfelag. Hann skrivaði fleiri leikir hesi árini – eftir ungdómsverk síni: ”Maritu”, 1908 (Leikrit 8) og ”Anniku”, 1917 (Leikrit 9). Tann fyrsti teirra var ”Álvaleikur”, 1930 (Leikrit 22). 

Leikurin kann væl verða nevndur samtíðarleikur; ið hvussu so er lýsir hann væl huglagið hesi døpru árini um 1930, tá ið búskapurin raplaði, bátsvanlukkur ikki vóru óvanligar, og feigdarboð ofta bórust av íslandsmiðum, har føroyskar sluppir, oftast gomul før, royndu heilt frá seinast í februar og út í oktobur mánað.

Tað er ikki óhugsandi, Hans Andrias skrivaði “Eitt ódnarkvøld”, ein álvarsleik, tí at ummælarar høvdu bent honum á, at fyrstu royndir hansara at skriva leikir bóru brá av at vera romantisk løtuverk.

Leikurin ”Eitt ódnarkvøld” er, tað vit vita, bara leiktur eina ferð – á eini kvøldsetu sum Havnar sjónleikarfelag skipaði fyri í 1971.

Viðmerkingar eru skrivaðar til henda leikin eins og til allar hinar.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis. 

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 24 er 46 síður.

Forlagið FANNIR

 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður