Einaferð mátti tað henda

Einaferð mátti tað henda

2017-11-24 08:44 Author image
Georg L. Petersen

Loksins fekst semja millum sjújkrarøktarfrøðingarnar og Fíggjarmálaráðið um nýggjan sáttmála. Sum skilst er úrslitið í høvuðsheitum tað, at sjúkraøktarfrøðingarnir fáa tíggju prosent í lønarhækkan yvir tvey ár.

Hetta er veruliga ein sigur hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, hóast landsstýriskvinnan vísir á, at orsøkin var, at talan var um ein afturúrsigldan lønarbólk – tað heldur ikki, tí so mugu vit spyrja í mun til hvønn. Er tað í mun til vanligar bachelorar ella í mun til aðrar professiónsbachelorar, so sum námfrøðingar, journalistar, sosialráðgevarar? Vit vita tað ikki – hatta er bara ein pástandur, sum er slongdur út.

Hvussu er og ikki, so vaknaði Fíggjarmálaráðið við kaldan dreym, tí tað hevði tikið sum givið, at karmurin var lagdur eftir samráðingarnar við Starvsmannafelagið. Hóast stórt, so megnar tað felagið neyvan tað sama sum nøkrum árum síðan, eftir at verkfalsgrunnurin hevur fíggjað keyp og umbygging av gomlu sjónvarpshúsunum, og at felagið nú meira er kent sum útleigari av hølum og fyriskipari av ráðstevnum, enn sum fakfelag.

Felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum hevði verið meira umhugsið og fyrireikað seg. Spurningurin er, nær tað sama fer at henda á privata arbeiðsmarknaðinum, har karmurin verður lagdur tíðliga og síðan bara dikteraður víðari til hini fakfeløgini. Eingin hevur líkasum megnað at sett seg upp ímóti á sama hátt sum sjúkrarøktarfrøðingarnir, men tað var ikki gamalt, at arbeiðsgevarin bara slapp at seta treytirnar.

Vit skulu ikki her gera okkum klók upp á hvat er rætt og skeivt, men duga bara at síggja, at óskrivaðu reglurnar á arbeiðsmarknaðinum helst fara at broytast takkað verið felagnum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum ikki vildu finna seg í tí meira. Tað var næstan sum í gomlum døgum, tá forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag plagdi at langa nevan í borðið og fáa sín vilja. Tað hendi kanska nakað ofta, at landið var rakt av verkfalli, men tað er líkasum, at rørslan meira ella minni er sovnað seinastu árini, og bara hevur latið arbeiðsgevaran fáa sín vilja. Her manglar líka sum ein millumvegur og virðing fyri hvørjum øðrum – tað ber eisini til at vera so bastantur, at tann mest friðarligi reisir seg til mótstøðu.

Meira langlesnaður