Ein øðrvísi løgmansrøða

Ein øðrvísi løgmansrøða

2018-01-01 11:48 Author image
Georg L. Petersen

Sum oftast plagar løgmansrøðan at nerta við aktuell politisk viðurskifti, uttan tó at pennurin er spískur nýggjáraaftan. Men hesaferð valdi løgmaður at fara heilt framvið brennandi politiskum kjakum og avgerðum. Ístaðin valdi Aksel Johannesen at røða um tað, sum savnar og sum spjaðir okkum sum fólk.

Hann brúkti orð hjá Katrini Dagbjartsdóttir Johansen, sum í 80-unum vann fleiri heiðursmerki á paraolympisku leikunum, og tá fekk spjaldrið “brekað” hongt um hálsin. Út frá hesum hugleiddi løgmaður um onnur hugtøk og spjøldur, sum kunnu spjaða okkum sum fólk.

Les løgmansrøðuna HER

Meira langlesnaður