Reistrup og Trump hava sama arbeiðslag

2016-06-14 13:14 Author image
Dimma

Tá ið Donald Trump er í ringa lagnum, fer hann á Twitter eftir teimum, hann er ósamdur við.

Nakað sama arbeiðslag brúkar Høgni Reistrup, limur í Framsókn, í almennari viðmerking.

Reistrup tolir ikki mína hugsan um, at politisk sjálvtilstrekkiligheit hóttir við at avbyrgja okkara land, samstundis sum yvirgangur skolar inn yvir heimin, seinast við tilburðinum í Orlando, USA.

Hesa áskoðan standi eg við.

Føroyar hava í dag eitt landsstýri, sum á trygdarpolitiska økinum er heilt óvanliga smalsporað. 

Høvuðstátturin í trygdarpolitisku hugsanini hjá flokki Reistrups er, at forsætisráðharrin skal biða Løgtingið um loyvi at senda stríðsflogfør í hernað móti sonevnda Islamiska Statinum, ið kúgar og avrættar ósek menniskju hvønn dag.

Siviliserað lond gera alt tað, tey kunnu, fyri at hjálpa til við at fyribyrgja og steðga yvirgangi, men trygdarpolitiska fokussið hjá landsstýrinum er ein konflikt við danskarar.

Hetta er at lata eyguni aftur fyri tí, sum fer fram altjóða, og tað er politisk sjálvtilstrekkiligheit, sum hóttir við at avbyrgja okkara land.

At Høgni Reistrup ikki vil síggja veruleikan, sum hann er, fer at standa fyri hansara egnu rokning.

 

Meira langlesnaður