Dugni skúlin verður umvældur

Dugni skúlin verður umvældur

2017-09-30 13:22 Author image
Innsent

Dugni skúlin verður umvældur

Landsstýriskvinnan, Eyðgunn Samulsen, hevur gjørt av at seta pening av til at fara undir triðja og síðsta byggistig av Dugnaskúlanum. Triðja byggistig fevnir um at betra um búeindina og undirvísingarhølini. Samstundis verða atkomuviðurskiftini betraði og brunaviðurskiftini endaliga dagførd, so skúlin lýkur øll neyðug krøv.

Játtaðar verða 2 mió. kr. í 2018 og 2 mió. kr. í 2019 til at fremja ætlanina.

Dugna skúlin við Áir veitir endurbúgvingartilboð til vaksin, sum hava rørslutarn ella lættari persónligar, sinnisligar og ella sosialar trupulleikar.

Endamálið við skúlanum er at menna næmingar og sjálvsálit teirra, soleiðis at tey gerast betur før fyri at møta teimum avbjóðingum, sum samfelagið býður. Hetta verður gjørt við at undirvísa í fráfaringarroynd fólkaskúlans (9. ella partvíst 10. floks prógvi), og møguleiki er eisini at taka stakar lærugreinir.

Eisini er ein fyrireikingarflokkur sum undirvísir næmingum í grundleggjandi lærugreinum, soleiðis at tey gerast før fyri at fara í 9. flokk.

Skúlin hevur búdeild, har 8 pláss eru tøk, tá ið skúlin er opin. Á skúlanum er pláss fyri 18 næmingum í 9. flokki og fyri 12 næmingum í fyrireikingarflokkinum.

 

 

Meira langlesnaður