Dreymar við havið: Kinna letur ómetaliga væl at

Dreymar við havið: Kinna letur ómetaliga væl at

2017-09-08 07:32 Author image
Leif Láadal

"Tað mest einfalda og edrúiliga at spyrja seg sjálva um, tá mann hevur sæð ein eftir øllum at døma realistiskan film, er hvørt filmurin livdi upp til sína egnu ætlan. Trúgvi eg uppá filmin? Trúgvi eg, at menniskjuni í filminum eru til, at rúmini eru til, at trupulleikarnir eru til? Tað stutta svarið er ja! Eg trúgvi uppá Dreymar við havið. Eg trúgvi uppá Sakaris Stórá og eg trúgvi so sanniliga eisini uppá eina føroyska spælifilmslist."

Soleiðis byrjar Kinna Poulsen sítt ummæli av nýggja føroyska biograffilminum Dreymar við havið, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað. Niðanfyri kanst tú lesa eitt brot úr ummælinum, og haldarar av Dimma+ kunnu trýsta á leinkið niðast í greinini og lesa alt ummælið.  

-

Leikstjórin hevur tíð og rúm

Av stílinum í filminum komi eg mest í tankar um Sakaris Stórá sjálvan. Hóast hann við sínum 31 árum enn má metast sum ungur filmsleikstjóri, so hevur hann ment ein serligan stíl, ið longu hómaðist í framúrskarandi stuttfilminum “Passasjeren” frá 2009, sum var hansara fráfaringarfilmur á Nordland Kunst- og Filmfagskole í Lofoten. Sjálvandi hevur tað týdning hesum viðvíkjandi, at søgan í nýggja filminum partvíst líkist søguni í Summarnátt og Vetrarmorgun við ungum vinkonum, sum møtast og mennast. Tað hevur somuleiðis týdning fyri líkheitina, at Sakaris Stórá brúkar tann sama, dugnaliga filmsfotografin, ið sýnir stóran myndaligan ans bæði, tá hon zoomar inn á andlit og staklutir, og tá hon breiðir seg út at vísa okkum, hvussu stórt havið er. Men munur er eyðvitað á at gera stuttfilmar og so ein spælifilm uppá 80 minuttir sum Dreymar við havið og sjálvt um vit sum áður nevnt kenna okkurt aftur frá hinum báðum ungdómsfilmunum, tykist drúgvara formatið veruliga hóskandi til frásagnarháttin hjá Sakarisi Stórá. Her hevur leikstjórin tíð og rúm til allar sínar nærmyndir og allan sín visuella neyvleika. Filmurin er veruleikakendur og yvirheldur sum so tey krøv, ið realisman setir, so at eg trúgvi søguni, staðnum, menniskjunum, lutunum o.s.fr., sjálvt um alt hevur ein ávísan altmodisch tóna, ið fær meg at uppliva eina ávísa frástøðu í tíð. Eitt nú tykist scenografiin eitt sindur gamaldags við mynstrutum tapeti o.s.fr. og meg minnist ikki nógvar skíggjar í filminum. Búði eg í hasari klaustrofobisku bygdini við havið, hevði eg havt internet, útvarp, sjónvarp, ipad og iphone alt koyrandi í senn og helst eisini undirvatnsbát á sjónum og tyrlu á takinum. Handan einsamalla grillin, sum eftir øllum at døma er neystið hjá Elisabeth í veruleikans Skálavík, er ómetaliga fotogen og assosiatiónselvandi. Eg komi í tankar um túsund vesaligar grillir in the middle of nowhere, sum allar innlima tað serliga einsemi, sum er ungdómsins.  

Dimma+ haldarar kunnu lesa alt ummælið hjá Kinnu Poulsen HER

 

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður