Disney hevur valt kinesiska kvinnu at spæla Mulan

Disney hevur valt kinesiska kvinnu at spæla Mulan

2017-11-30 11:30 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í hesum døgum er kenda filmsframleiðslufelagið, Disney, í holt við, at framleiða søguna um Mulan sum spælifilm. Teknifilmurin um Mulan kom út í 1998, og var sera væl móttikin um allan heim.

Disney hevur, í samband við framleiðsluna av spælifilminum, júst kunngjørt, at tey hava sett kinesisku leikkvinnuna, Liu Yifei, at spæla høvuðsleiklutin, Mulan. 
Tað ljóðar kanska ikki sum nakað serligt, at ein kinesisk kvinna er blivin vald at spæla leiklutin um eina kinesiska kvinnu. Men tað er nakað serligt. Stór filmsframleiðslufeløgini í Hollywood eru oftani blivin ákærd fyri sokallaða "whitewashing", tí tey hava valt, at seta hvítir leikarar í leiklutir sum eru asiatiskir, afrikanskir ella suðuramerikanskir. 
Sum dømi spælir Tom Cruise høvuðsleiklutin í "The Last Samurai", og Matt Damon spælir høvuðsleiklutin í filminum, "The Great Wall". Alt filmar, ið fara fram í Asia og sum sigur søgur um asiatisk fólk.

Avgerðin, at seta Liu Yifei at spæla høvuðsleiklutin í Mulan, er tískil eitt stig á leiðini móti betri umboðan av asiatiskum leikarum í Hollywood. 

Meira langlesnaður