Dansk Folkeparti vil ikki taka SU frá føroyingum

Dansk Folkeparti vil ikki taka SU frá føroyingum

2017-09-08 10:17 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Fíggjarætlanin fyri 2018 liggur nú fyri í danska fólkatinginum. Í sambandi við hetta, hevur danski fólkaflokkurin, Dansk Folkeparti, meldað út, at tey halda at reglurnar fyri stuðulsskipanina SU, skulu herðast. Tey halda, at fyri at hava rætt til SU skal mann hava búð í Danmark í minsta lagi sjey ár. Sambært ES-reglum ber tó ikki til at bara hava hetta at umfata onnur ES-lond enn Danmark, og tískil er DF noytt til at taka danskar ríkisborgarar við í lógaruppskotið.

Hetta hevur fingið føroyska fólkatingslimin, Sjúrð Skaale, til knappaborðið. Hann spyr, í samband við uppskotið, um hetta so merkir, at føroyingar verða sæddir sum útlendingar í mun til Danmark, og tískil eisini missa rættin til SU. Hann leggur í sama spurningi upp til, at í hesum førinum kundi man ístaðin gjørt tað so, at eitt uppihald tey seinastu sjey árini, í annaðhvørt Føroyum ella Grønlandi eisini telur við sum at hava búð í Danmark. 

Hetta hevur fingið donsku tinglimirnir, Søren Espersen og Martin Henriksen, at senda Dimmalætting boð við telduposti. Báðir vilja teir undirstrika, at tað als ikki er ætlanin at gera føroyingar til útlendingar í hesum lógaruppskotinum. Sambært teimum er ríkisfelagsskapurin av stórum týdningi, og tí skulu føroyingar og grønlendingar sjálvandi ikki missa rættin til SU.

Boðini frá Søren Espersen:

 

Og tey frá Martin Henriksen:

 

 

 

 

placeholder

Tað opna sárið

Tað opna sárið

Misnýtsla av dreingjum er møguliga tað størsta tabuevnið - møguliga tað mest umráðandi evnið og sárini eru djúp

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður