Danmark fær nýggjan politiskan flokk

Danmark fær nýggjan politiskan flokk

2017-09-07 13:32 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Í vikuni bleiv tað kunngjørt at ein nýggjur politiskur flokkur, nú vil uppí danskan politikk. Talan er um flokkin Feministisk Initiativ, sum longu hevur skotið seg upp í grannalondunum Svøríki, Noregi og Finnlandi.

Við DR sigur talskvinnan, Marie Raasthøj Hansen, at flokkurin bleiv stovnaður, tí ongin annar danskur flokkur hevur antirasismu og javnstøðu sum høvuðsmál. Tað snýr seg um at berjast ímóti diskriminatión á øllum økjum, leggur Marie Raasthøj Hansen dent á. Til dømis vil tað siga, at spurningurin um barsil snýr seg um at javnseta mannin við konuna.

Flokkurin hevur higartil seks kandidatar og ætla at royna at fáa fleiri afturat sær til borgaraumboðsvalið í Keypmannahavn.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður