Allir nýføðingar skulu kannast fyri cystiska fibrosu

2016-05-03 00:00 Author image
Dimma

Við at kanna allar nýføðingar fyri cystiska fibrosu ber til at finna sjúkuna fyrr enn í dag.

Harvið verður møguligt at seta í verk neyðuga viðgerð beinanvegin. Hetta merkir færri innleggingar, minni tørv á intensiaru viðgerð og bøtir í yvirhøvur um møguleikarnar at liva eitt betri og longri lív.

Allir nýføðingar fáa longu tikið blóðroynd í hælinum stutt eftir føðing og børnini verða longu kannað fyri fleiri álvarsligar sjúkur. Frameftir verður eisini kannað fyri cystisk fibrosu.

- Eg fegnist um, at vit nú eisini fara at kanna nýfødd fyri cystiska fibrosu. Cystisk fibrosa er ein ógvuliga álvarslig sjúka, og vit mugu gera alt vit megna fyri at geva hesum børnum ein so góðan uppvøkstur sum gjørligt, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum í viðmerking.

Nýggju kanningarnar verða settar í verk frá 2. mai 2016.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður