Brúkaraumboðið: Piss í buksunum er brot á marknaðarføringslógina

Mynd: Visualhunt

Brúkaraumboðið: Piss í buksunum er brot á marknaðarføringslógina

2017-10-05 10:02 Author image
Leif Láadal

Ein lýsingarherferð hjá vindeygafyritøkuni HDYGD, var brot á marknaðarføringslógina. Hetta sigur Brúkaraumboðið í niðurstøðu til eina klagu um sølulýsing fyri vindeygu.

Klagað var um, at lýsingin var niðurgering av øðrum framleiðarum av vindeygum til føroyska marknaðin, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Brúkaraumboðnum bruk.fo.

Talan var um lýsing fyri vindeygu, har ein persónur sæst við vátum bletti á buksunum, tí hann hevur latið í buksurnar. Í lýsingini verður víst til blettin og sagt, at so nógv spardi persónurin, tí hann hevði keypt bíligastu vindeygu og ikki vindeygu frá HDYGD.

Brúkaraumboðið heldur, at hetta er brot á marknaðarføringslógina, tí lýsingin kann skapa misálit á aðrar veitarar av vindeygum til føroyska marknaðin.

- Við lýsingini kann brúkarin fáa ta fatan, at tað einans er HDYGD, ið veitir vindeygu, ið eru nóg góð til føroyska marknaðin, sigur Brúkaraumboðið í niðurstøðuni. Nevnt verður eisini, at tað er ósømiligt og niðrandi at vísa ein persón, ið hevur pissað í buks, tí viðkomandi hevur keypt vindeygu frá øðrum veitara, sigur Brúkaraumboðið.

HDYGD helt ikki, at lýsingin fór um mark, men valdi eftir klaguna kortini at taka hana aftur við grundgevingini, at onnur eygu kanska kundu halda lýsingina fara um mark. Tá lýsingarnar eru tiknar aftur, ger Brúkaraumboðið ikki meiri við málið, verður upplýst.

Kelda: Bruk.fo

 

 

 

placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður