Børn sleppa aftur í skúla í Mosul

Mynd: npr.org

Børn sleppa aftur í skúla í Mosul

2017-10-11 15:18 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

Býurin Mosul í Irak, hevur seinastu trý árini verið undir stýrinum hjá Islamiska Statinum, men í august í ár megnaðu irakiskar herdeildir at taka býin undir irakiskt stýri aftur.

Hetta er ein liður í, at Islamiski Staturin, alsamt missur meira og meira vald. Tað upplýsir KVF.

Fyri Mosul merkir hetta, at nú kunnu børn endiliga sleppa aftur á skúlabonk, eftir at hava gingið heima í trý ár. Tað skrivar heimasíðan Npr.org.
Meðan Islamiski Staturin hevði valdið í Mosul løgdu tey allar skúlar niður, og settu átrúnaðarlæru og vápnalæru á bredddan ístaðin.

Skúlarnir mugu byrja púrasta av nýggjum. Irakiskir myndugleikar hava skipað byrjanini av skúlagongdini aftur soleiðis, at til ber hjá børnum at taka eina støðisroynd fyri at kanna um tey kunnu leypa nakrar flokkar um, og soleiðis koma á tað floksstøði, sum tey áttu at verið á, um skúlatíðin ikki hevði verið avbrotin.

Men avbjóðingarnar eru nógvar. Skúlarnir eru niðurslitnir og nærum onki tilfar er til taks. Fólk vera eggjaði til at lata skúlum bøkur, soleiðis at tey kunnu fáa bókasøvn og undirvísingartilfar.

Hóast nógvar avbjóðingar, so fegnast fólk um at Islamiski Staturin endiliga hevur mist valdið á býnum. Tí eru fólk spent og viljasterk farin til verka, at fáa skúlarnir í Mosul upp at standa aftur.


placeholder

So steinorðini rapa

So steinorðini rapa

Tóroddur Poulsen er kritiski útisetin, sum prikar og provokerar, men hann er eisini smæðin og sárur

Author image Emil Jacobsen
Partafelagið Føroyar

Partafelagið Føroyar

Fiskivinnunýskipanin skal steðga spekulatión við rættindum og útlendingar skulu út - úrslitið kann gerast eitt stórt monopol

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður