Bonderøven á Føroya bygdasligasta tiltak

Frank Erichsen

Bonderøven á Føroya bygdasligasta tiltak

2017-09-05 09:32 Author image
Innsent

Frank Erichsen, sum er kendur undir navninum Bonderøven, hevur hittað í donskum og føroyskum sjónvarpi seinastu tíggju árini við sendingini Bonderøven. Sendingin snýr seg í stuttum um lívið á garði hansara, Kastanjugarðinum, har hann, konan og børnini búleikast.

Arbeiðsbólkurin á Heystfagnaðinum setti seg í samband við Frank Erichsen fyri einum góðum ári síðani, og hevur hetta nú givið úrslit. 

Frank kemur til at luttaka leygardagin 14. oktobur, við fletting og ymiskum øðrum, somuleiðis kemur hann at hava ein fyrilestur sunnudagin 15. oktober.

Heystfagnaðarbólkurin sigur í viðmerking:

“Vit eru ótrúliga glað fyri at vit hava fingið Frank at luttaka í ár, hetta fer heilt víst at seta ein serligan dám á tiltakið”.

Heystfagnaður hevur verið á Eiði seinastu fýra árini og er tiltakið blivið eitt av stóru tiltøkunum í Føroyum. Talan er í stuttum um eitt tiltak sum fagnar heystinum við tiltøkum sum hoyra heystinum til. Til ber at kunna seg meiri um tiltakið á facebook síðuni “Heystfagnaður á Eiði” 

Tað er heystfagnaðarbólkurin og bituff sum samskipa vitjanina.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður