Betri Trygging fær nýggjan privatkundastjóra

Betri Trygging fær nýggjan privatkundastjóra

2017-12-29 11:40 Author image
Leif Láadal

Jónhild Rasmussen er sett sum privatkundastjóri í Betri Trygging, har hon fær ábyrgdina av privatkundavirkseminum, umframt produkt- og strategimenning.

Jónhild Rasmussen er 47 ára gomul, og hevur lisið marknaðarbúskap og leiðslu. Seinastu 4 árini hevur hon verið leiðari í Hugskotinum hjá Tórshavnar kommunu, har hon hevur havt ábyrgd av at byggja eitt íverksetaraumhvørvi upp.

Jónhild hevur hollar royndir innan strategi, vørumenning, marknaðarførslu og leiðslu, og hevur m.a. verið marknaðar-og produktstjóri hjá Føroya Tele. Haraftrat hevur hon drúgvar royndir við at seta nýggjar vørur og tænastur í verk og at fylgja teimum, til tær eru klárar at selja á marknaðinum.

Jónhild tekur við starvinum 1. februar 2018. 

Meira langlesnaður