Bestu permurnar: Alvi og glitursuttan og Tær bygdu land

Bestu permurnar: Alvi og glitursuttan og Tær bygdu land

2017-11-27 14:44 Author image
Innsent

Í sambandi við Bókadagar, ið vóru í Norðurlandahúsinum í vikuskiftinum, vóru ársins bókapermur kosnar. 51 bøkur vóru við í kappingini og eru tær allar útgivnar seinasta árið. Permurnar eru allar sniðgivnar av føroyskum listafólkum og grafikarum. Kappast varð í tveimum bólkum: bøkur til vaksin og barna- og ungdómsbøkur. 

Bókaperman hevur til endamáls at fanga eygað, skapa uppmerksemi og lýsa evnið í bókini. Perman skal sostatt selja bókina og fáa fólk at lesa hana. 

Endamálið við kappingini var at lata eyguni upp fyri týdninginum av tí góðu permuni og fáa fólk at taka støðu til, hvør perma er best í teirra eygum. Í sambandi við tiltakið varð eisini skipað fyri fyrilestrinum “Selur perman?”, har bókasniðgevin Malene Hald tosaði um sínar royndir og arbeiði við at sniðgeva bókapermur. Hon greiddi millum annað frá altjóða rákinum innan bókapermur og at føroyingar ganga egnar leiðir, tá vit sniðgeva permur. Eitt nú er náttúran gjøgnumgangandi í føroyskum bókapermum.   


Ársins bókapermur 2017 eru:

Barna- og ungsómsbøkur: 

Alvi og glitursuttan

Skrivað hevur Laura Dam Joensen og Olga Kruse hevur myndprýtt bókina og sniðgivið permuna.


Bøkur til vaksin:


Tær bygdu land

Skrivað hevur Óli Jacobsen og Sigrun Gunnarsdóttir málaði málningin í 2002, sum prýðir permuna.


Kappingin varð fyriskipað av Bókadeild Føroya Lærarafelags, Sprotanum og Gamla bókahandli. Umleið 1600 fólk atkvøddu á Facebook og á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum. 

Meira langlesnaður