Bestu býirnir at búgva í í 2017

Mynd: Visualhunt.com (australski býurin, Melbourne)

Bestu býirnir at búgva í í 2017

2017-09-08 11:19 Author image
Guðrun í Jákupsstovu

"Most Liveable City" (fø. Besti býur at búgva í) er eitt yvirlit ið árliga verður gjørt av the Economist Intelligence Unit. Hetta yvirlitið er júst blivið kunngjørt fyri 2017. Yvirlitið tekur ymsar faktorar við í metingarnar ið verða gjørdar, tá hesir býirnir skulu finnast. Millum annað stabilitet, heilsuskipan, mentan, umhvørvi, útbúgving og infrakervi.

Teir topp tíggju býirnir á listinum, eru ikki nógv broyttir tey seinastu árini. Sjey ár á rað hevur australski býurin, Melbourne, ligið nummar eitt. Nummar tvey og trý eru Wien í Eysturríki og Vancouver í Kanada. Sum heild klára australskir og kanadiskir býir seg væl, bæði lond hava tríggjar býir í part á listanum.

Á heimasíðuni hjá CNN verður greitt frá, at tá hugt verður eftir býum niðanfyri topp tíggju listan, eru nógvar broytingar í hvussu teir ymsu býirnir klára seg. Millum annað eru báðir býirnir, Stokkholm og Manchester, dottin nøkur pláss niður. Hetta vegna terrorálop í báðum býunum. 
Harafturímóti eru báðir býirnir, Reykjavík og Amsterdam farnir nøkur pláss upp. Reykjavík vegna økta ferðavinnu og Amsterdam vegna minkandi kriminalitet.

Her er topp tíggju listin:

1. Melbourne, Australia
2. Wien, Eysturríki
3. Vancouver, Kanada
4. Toronto, Kanada
5. Calgary, Kanada
6. Adelaide, Australia
7. Perth, Australia
8. Auckland, Ný Sæland
9. Helsinki, Finnland
10. Hamburg, Týskland

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður