Ben Arabo nýggjur stjóri í Betri

Ben Arabo nýggjur stjóri í Betri

2017-09-29 13:57 Author image
Emil Jacobsen

Betri P/F hevur í dag sett Ben Arabo í starv sum samtaksstjóra. Hann tekur við eftir Suna Schwartz Jacobsen, sum fór úr starvinum herfyri.

Ben Arabo hevur starvast sum stjóri hjá Atlantic Petroleum síðan 2010. Hann hevur drúgvar royndir á vinnuøkinum og tekur við starvinum 1. desember 2017.

Mortan Poulsen, umsitingarstjóri í Betri P/F, virkar framhaldandi sum fyribilsstjóri, inntil Ben Arabo tekur við starvinum. Ben Arabo verður samstundis vanligur nevndarlimur í nevndunum fyri Betri Banka, Betri Trygging og Betri Pensjón, skrivar Betri P/F í tíðindaskrivi.

 

Jean Djurhuus bankastjóri

Betri Banki hevur eisini fingið nýggjar stjórar.

Jean Djurhuus, stjóri í Betri Trygging, er settur í starv sum bankastjóri og Olav Guttesen, vinnukundastjóri í Betri Banka, er settur sum varastjóri í bankanum. Olav Guttesen tekur við starvinum beinanvegin og avloysir sostatt Bjørn Mortensen, sum hevur verið fyribilsstjóri í bankanum. Jean Djurhuus tekur við starvinum 1. desember 2017.

Betri Trygging hevur sett Ingunn Eiriksdóttir í starv sum stjóra á Betri Trygging. Ingunn Eiriksdóttir hevur starvast sum fyrisitingarstjóri hjá Tórshavnar Kommunu síðan 2013. Hon tekur við starvinum 1. desember 2017, tá hon eisini fer úr nevndini hjá Betri Trygging.

Meira langlesnaður