Bátur sokkin og maður saknaður

Mynd: Smyril Line

Bátur sokkin og maður saknaður

2017-08-31 09:13 Author image
Innsent

Klokkan 02.01 í nátt fekk MRCC boð um at farmaskipið Mykines hevði borið við á ein lítlan bát í Skoåunarfirði. Mykines vendi við beinanvegin og fór at leita eftir bátinum og fann hann. Teir settu so MOB-bátin út og fingu bjargað einum manni av glastrevjabátinum.

Trolarin Bakur var staddur stutt norðanfyri. MOB-báturin setti so enda á skadda bátin, sum fleyt tungt í sjónum. Tað varð so gjørt fast í hjá Baki, men stutt eftir slitnaði endin úr gelendaranum, har tað var gjørt fast, og báturin sakk. Tað tók eitt sindur av tíð áðrenn staðfest varð, at ein maður afturat var umborð ( í stýrhúsinum ) á lítla bátinum.

Brimil kom nakað seinni á staðið og hevur staðið fyri leiðsluni av leitingini. Afturat Brimli hava hesar eindir hava luttikið : Bakur, Stelkur, Skorðaberg, Vestmenningur, Mykines og Rescue Lív, umframt at tyrlan hevur leitað við FLIR-inum. Veðrið á staðnum hevur verið gott, upplýsir MRCC.

Vikmar loftar tørvinum

Vikmar loftar tørvinum

Hjá Vikmar hava tey ment tær mest týðandi tele- og samskiftistænasturnar til føroyska skipaflotan

Author image Georg L. Petersen

Meira langlesnaður