Heimatíðindi

Stórt yvirskot í uttanlandshandlinum


315 milliónir krónur stava frá útfluttum laksi í januar. Mynd: Bakkafrost

Útflutningurin í januar í ár var 775 milliónir krónur. Tað eru góðar 100 milliónir krónur fleiri enn í januar í fjør.

- Meginpartin av hesum vøkstri eiga makrelur, sild, laksur og toskur, upplýsir Hagstova Føroya.

Innflutningurin í januar í ár var 559 milliónir krónur. Tað eru 19 milliónir krónur meira enn í januar í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tald við, var vøksturin 83 vit ikki telja.

Kelda og grafur niðanfyri: Hagstova Føroya