Heimatíðindi

Veteranfelag setast á stovn leygardagin

Komandi vikuskiftið er ætlanin at seta á stovn eitt felag fyri føroyskar krígsveteranar


Í november mánaði í fjør vóru umboð fyri donsku veteranmiðstøðina á vitjan í Føroyum, fyri at kanna umstøðurnar hjá krígsveteranum her.

Nógvir føroyingar hava gjørt tænastu í danska herinum, eisini í krigsherjaðum umráðum sum Bosnia, Irak og Afghanistan. Í Danmark verður nógv gjørt burturúr at taka ímóti hermonnunum, sum kunnu hava avbjóðingar at finna seg til rættis aftur í einum sivilum gerandisdegi. Tá kann vera gott at hittast, og eisini bjóða veteranum hjálp, um brúk er fyri tíð.

Higartil hava veteranarnir í Føroyum verið avskornir frá tilboðum, sum hava verið veitt veteranum, sum eru búsitiandi í Danmark. Tá veteranmiðstøðin vitjaði í Føroyum var tað fyri at kanna, um nakar tørvur var at víðka virksemið til at umfata Føroyar eisini – tað var tað.

Tí varð gjørt av at seta á stovn eitt felag fyri føroyskar krígsveteranar 18. februar í ár – tað er nú leygardagin. Stovnandi aðalfundurin verður tískil nú leygardagin klokkan 15 á Hotel Hafnia.